Donald Trump, forseti, hevur nú eisini formliga givið loyvi til, at senda minst 300 hermenn hjá tjóðarverjuni til statin Illinois.Hettar stendur í einum skrivi frá forsetanum.Har stendur, at almen støð í statinum, eru komin undir tað hann kallar “samskipað álop frá harðligum bólkum”, og at støðan ikki kann halda fram.Hermenninir í tjóðarverjuni skulu verja millum annað, starvsfólk sum starvast hjá innflytaramyndugleikunum .Guvernørurin í Illinois kallar tiltakið bæði óhugnaligt og óamerikanskt.- Í morgun gav krígsdeildin hjá Trump-stjórnini mær eitt ultimatum: kalla tínar hermenn inn ella gera vit tað, segði J. B. Pritzker, leygardagin á sosialu miðlunum.Tað er ikki greitt, nær ella…
Author: Faroe Islands Review
Eilif Magnusson Arge, brekumboð hevur í dag hitt Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almannamálum.Brekumboðið hevði sín fyrsta starvsdag 1. oktober, og er nú so smátt farið til verka. Báðir partar fegnast um, at arbeiðið nú er farið í gongd, og nýtti landsstýrismaðurin høvi til at ynskja Brekumboðnum blíðan byr við týdningarmikla starvinum.Endamálið hjá Brekumboðnum er at verja og fremja rættindi og áhugamál hjá fólki við breki og teirra avvarðandi kring alt landið. Við hesum er tikið eitt týdningarmikið stig fram á leið í arbeiðinum at tryggja, at fólk við breki kunnu liva eitt sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív á jøvnum…
Tað gongur ongan veg hjá føroyska talvlandsliðnum í EM-kappingini í Georgia.Í dag skuldi tað vera. Vit møttu Írlandi, sum er styrkismett niðast av teimum fjøruti liðunum í kappingini. Men vit taptu. Hóast føroysku telvararnir vóru favorittar á øllum borðum við hægri styrkitali enn mótstøðumenninir, vann Írland kortini dystin 2½ – 1½.Martin Poulsen vann á fjórða borði og Høgni Egilstoft Nielsen telvaði javnt á fyrsta borði í enn einum maratontalvi, har hann skuldi verja seg við rygginum móti múrinum í nakrar tímar.Luitjen Akselsson Apol og Rógvi Egilstoft taptu. Teir hava einki stig fingið enn.Í morgin telva Føroyar móti Finnlandi, sum er…
Lea Eyðbjørg eitur unga songkvinnan sum í fjør, av álvara byrjaði at gera um seg á danska tónleikapallinum.Hon hevur ein føroyskan pápa, Janus Trúgvason, sum spælur við Safir, umframt at hann spælur sjálvur. Mamma hennara er donsk, og er Lea Eyðbjørg fødd og uppvaksin í Danmark.Lea Eyðbjørg hevur lært frá pápa sínum, at spæla gittara og skriva sangir. Men annars syngja øll í familjuni nógv, greiddi Lea frá í einari samrøðu við Kvf í fjør.Lea fær nógva umrøðu í donsku miðlunum. sekshjerter.dk er ein teirra sum hava umrøtt hana. Tey skriva at Lea debuteraði í oktober 2023 við staklagnum Blå…
Í heystferiuni verður ein forvitnislig myndaframsýning í Svínoy. Skúlaárið 1976-1977 var Símun Waag Høgnesen læraravikarur í Svínoy, og hann, konan og yngsti sonurin fluttu út hagar.Símun tók fleiri myndir, meðan tey búðu harúti.Nú geva synirnir svínoyingum og øðrum áhugaðum møguleika at síggja hesar myndirnar. Talan er um 70 – 80 myndir.Framsýningin verður í dansistovuni í Svínoy og hongur uppi frá mánadegnum 13. oktobur til sunnudagin 19. oktobur.
FNU bjóðar øllum áhugaðum til eitt samskapandi tiltak, har møguleiki verður at siga sína meining um uppskotið um veðurlagslóg.Á hvørjum ári síggja vit, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka bæði náttúru og samfelag. Tí verður alt meiri týdningarmikið at seta greiðar karmar fyri, hvussu vit sum land skulu minka um útlát, styrkja grøna orku og tryggja eina burðardygga menning. Ein veðurlagslóg er ein týðandi grundarsteinur í hesum arbeiði.Her fyri varð boðað frá, at ein veðurlagslóg verður løgd fyri løgtingið í næstum, men áðrenn løgtingið skal taka støðu til og atkvøða lógina í gjøgnum, so ert uppskotið sent til hoyringar. Tað vil siga, at…
Tá Oyggjaleikirnir í 2027 verða hildnir í Føroyum, verður tað størsta ítróttartiltak, sum nakrantíð hevur verið í landinum. Arbeiðið at fyrireika leikirnar er longu farið av bakkastokki, og til Vinnuforum 2025 fer Solby A. Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, at greiða frá tilgongdini at skipa fyri hesum stóra altjóða tiltaki.Væntað verður, at millum 2.500 og 3.000 gestir vitja í Føroyum í sambandi við Betri Oyggjaleikir 2027, og at bæði vinnan og meira enn túsund sjálvboðin fáa ein týðandi leiklut í átakinum. Tiltakið verður ikki einans eitt ítróttaligt hátíðarhald, men eisini ein møguleiki at vísa føroyska mentan, ferðavinnu og samstarvsevni fram fyri útlendskum og…
Fríggjakvøldið søgdu tey í Degi og Viku, at játtanin sum er sett av til Landssjúkrahúsið á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, røkkur ikki til avtalaða lønarvøksturin, og tí verður helst neyðugt at skerja onkrar tænastur.Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, hevur víst á hetta, og við Dag og Viku fríggjakvøldið segði hann, at játtanin næsta ár veksur munandi minni enn hon er vaksin tvey tey seinastu árini. Tí hevur hann spurt, hvussu hetta fer at ávirka støðuna hjá sjúklingunum? Verða nakrar tænastur á sjúkrahúsinum niðurlagdar, og verða bíðilistarnir longri?Hóast tølini greitt vísa, at lønirnar eru vaksnar við 44,1 mió. krónum frá…
Seinastu vikurnar hevur nógv umrøða verið av málinum um myndina av hekkuportrinum umborð á Galaxy.Sjóvinnustýrið tekur sær av at kanna trygdina umborð á Galaxy. Upplýsingarnar, sum eru komnar fram seinastu dagarnar, hava tó gjørt, at spurnartekn kann setast við, hvussu Strandferðslan hevur handfarið málið. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Strandferðsluni, hevur tí gjørt av at fara at kanna, hvørt Strandferðslan hevur handfarið málið á nøktandi hátt.
Tað var FM rómur í Fløtugerði í Fuglafirði í kvøld.U-21 liðið hjá ÍF spældi síðsta landskappingardystin í hesum kappingarárinum. Longu fyri einari viku síðani varð tað greitt, at ÍF er føroyameistari. Tað var tað, tá ið ÍF á mikkjalsmessu vann 2-1 á útivølli ímóti AB.Í kvøld var NSÍ gestur í Fløtugerði, og heimaliðið vann stórsigur. Nýklakta meistaraliðið setti punktum fyri hetta kappingarárið við at vinna 7-1 eftir hálvleiksstøðuna 5-1. Stóri spælarin hjá ÍF var Rúnar Cederius Johnsson, sum skoraði fimm mál.U-21 landskappingin hevur verið síðani 2018, og hetta er fyrsta ferðin, at ÍF er føroyameistari. Hetta er fyrsta ferðin síðani…