Faroeislands Review

Trump sendur út fleiri hermenn

Donald Trump, forseti, hevur nú eisini formliga givið loyvi til, at senda minst 300 hermenn hjá tjóðarverjuni til statin Illinois. Hettar stendur í einum skrivi frá forsetanum. Har stendur, at almen støð í statinum, eru komin undir tað hann kallar “samskipað álop frá harðligum bólkum”, og at støðan ikki kann halda fram. Hermenninir í tjóðarverjuni […]

Brekumboðið er farið til verka

Eilif Magnusson Arge, brekumboð hevur í dag hitt Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almannamálum. Brekumboðið hevði sín fyrsta starvsdag 1. oktober, og er nú so smátt farið til verka. Báðir partar fegnast um, at arbeiðið nú er farið í gongd, og nýtti landsstýrismaðurin høvi til at ynskja Brekumboðnum blíðan byr við týdningarmikla starvinum. Endamálið hjá […]

Vónbrot í Batumi

Tað gongur ongan veg hjá føroyska talvlandsliðnum í EM-kappingini í Georgia. Í dag skuldi tað vera. Vit møttu Írlandi, sum er styrkismett niðast av teimum fjøruti liðunum í kappingini. Men vit taptu. Hóast føroysku telvararnir vóru favorittar á øllum borðum við hægri styrkitali enn mótstøðumenninir, vann Írland kortini dystin 2½ – 1½. Martin Poulsen vann […]

Frá Burger King til Roskilde Festival

Lea Eyðbjørg eitur unga songkvinnan sum í fjør, av álvara byrjaði at gera um seg á danska tónleikapallinum. Hon hevur ein føroyskan pápa, Janus Trúgvason, sum spælur við Safir, umframt at hann spælur sjálvur. Mamma hennara er donsk, og er Lea Eyðbjørg fødd og uppvaksin í Danmark. Lea Eyðbjørg hevur lært frá pápa sínum, at […]

Myndaframsýning í Svínoy

Í heystferiuni verður ein forvitnislig myndaframsýning í Svínoy. Skúlaárið 1976-1977 var Símun Waag Høgnesen læraravikarur í Svínoy, og hann, konan og yngsti sonurin fluttu út hagar. Símun tók fleiri myndir, meðan tey búðu harúti. Nú geva synirnir svínoyingum og øðrum áhugaðum møguleika at síggja hesar myndirnar. Talan er um 70 – 80 myndir. Framsýningin verður […]

Hvussu skal okkara veðurlagslóg síggja út?

FNU bjóðar øllum áhugaðum til eitt samskapandi tiltak, har møguleiki verður at siga sína meining um uppskotið um veðurlagslóg. Á hvørjum ári síggja vit, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka bæði náttúru og samfelag. Tí verður alt meiri týdningarmikið at seta greiðar karmar fyri, hvussu vit sum land skulu minka um útlát, styrkja grøna orku og tryggja eina […]

Betri Oyggjaleikir 2027 – allar Føroyar á sama liði

Tá Oyggjaleikirnir í 2027 verða hildnir í Føroyum, verður tað størsta ítróttartiltak, sum nakrantíð hevur verið í landinum. Arbeiðið at fyrireika leikirnar er longu farið av bakkastokki, og til Vinnuforum 2025 fer Solby A. Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, at greiða frá tilgongdini at skipa fyri hesum stóra altjóða tiltaki. Væntað verður, at millum 2.500 og 3.000 gestir […]

Fíggjarlógin er ikki “bara tøl”

Fríggjakvøldið søgdu tey í Degi og Viku, at játtanin sum er sett av til Landssjúkrahúsið á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, røkkur ikki til avtalaða lønarvøksturin, og tí verður helst neyðugt at skerja onkrar tænastur. Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, hevur víst á hetta, og við Dag og Viku fríggjakvøldið segði hann, at játtanin næsta […]

Fara at kanna handfaringina av málinum um hekkuportrið

Seinastu vikurnar hevur nógv umrøða verið av málinum um myndina av hekkuportrinum umborð á Galaxy. Sjóvinnustýrið tekur sær av at kanna trygdina umborð á Galaxy. Upplýsingarnar, sum eru komnar fram seinastu dagarnar, hava tó gjørt, at spurnartekn kann setast við, hvussu Strandferðslan hevur handfarið málið.   Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Strandferðsluni, hevur […]

Gull og skreyt í Fløtugerði

Tað var FM rómur í Fløtugerði í Fuglafirði í kvøld. U-21 liðið hjá ÍF spældi síðsta landskappingardystin í hesum kappingarárinum. Longu fyri einari viku síðani varð tað greitt, at ÍF er føroyameistari. Tað var tað, tá ið ÍF á mikkjalsmessu vann 2-1 á útivølli ímóti AB. Í kvøld var NSÍ gestur í Fløtugerði, og heimaliðið […]